Fastogn
Sethús, Garðavegur 46 - 700 Klaksvík.
”Gevið gætur:
Boðið er galdandi í tveir dagar eftir, at seljandi búgvið hevur havt høvi til at taka støðu til boðið, tó ikki longri enn fýra vikur frá 02.05.2024. Hetta merkir, at hóast fýra vikur ikki eru gingnar, so kann boðið verða góðtikið ella vrakað í tíðarbilinum á fýra vikur og tískil kann tað vera ov seint at bjóða, um ein ætlar at bjóða beint áðrenn fýra vikur eru farnar.”
Við hesum verður ognin matr.nr. 1320, Klaksvík – Garðavegur 46, 700 Klaksvík, lýst til sølu, um hóskandi boð fæst.
Talan er um sethús frá 1950’unum, sum liggja væl fyri við góðum útsýnið yvir víkina og tætt við barnagarð, skúla, handlar og miðbýin.
Grundøkið er 819 m2 og húsini eru umleið 230m2 í trimum hæddum, umframt hjallur á umleið 4-5m2 og carport.
Viðmerkjast skal, at sambært upplýsingum frá Klaksvíkar kommunu, so kann grundøkið býtast í tvey, soleiðis at ovara stykkið verður matrikkulerað frá til sjálvstøðugt grundøki.
Húsini eru annars innrættað soleiðis:
Loftshædd:
Gongd, trý kømur, baðirúm, klædnarúm og altan.
Miðhædd:
Durur við trappu upp og niður og vesi. Harumframt er køkur og stova í einum við atgongd til stóra altan.
Niðasta hædd:
Vaskirúm, fýrrúm wc, køkur og stova í einum, sum eisini er eitt kamar, og terassa.
Harumframt er eitt lítið ovasta loft.
Húsini verða seld vegna deyðsbúgv og fyriliggur húsaskoðan í sambandi við søluna.
Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.
Vegleiðandi prísuppskot: kr. 4.600.000,-.
Minsta yvriboð kr. 25.000,-.
Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging - Boðskjal.pdf.
Áhugað kunnu venda sær til:
Sigrid Midjord, skrivara á tlf.nr. 203040 ella á teldupost sm@lawfirm.fo