Fastogn
NÝGGJ SETHÚS Á TOFTUM
Talan er um eini nýggj, rúmlig, ljós og nútímans sethús úr haldgóðum tilfari. Húsini standa í sera náttúruvøkrum umhvørvi á Toftum við avbera góðum útsýni yvir Skálafjørðin.
Sethúsini eru í tveimum hæddum, sum eru 75 fermetrar hvør. Í niðaru hæddini er inngongd/durur, hjúnakamar, 2 kømur og baðirúm, umframt tøknirúm/goymsla á 10 fermetrar og eitt bilskýli á 39 fermetrar.
Í ovaru hæddini er trappurúm/gongd, kamar/skrivstova, vesi, køkur/alrúm, loftsrúm/goymsla og stór altan/terassa á 45 fermetrar.
Parkeringsviðurskiftini eru sera góð. Í minsta lagi 3 parkeringspláss eru til húsini umframt bilskýli.
Sunnanfyri er felagsøki, sum hoyrir til øll sethúsini.
Húsini hava gólvhita, og eru upphitað við ventilatiónspumpu.
Hetta er tað triðja av tilsamans 6 sethúsum, sum verða bygd í tveimum ymiskum sniðum. Sethúsini eru partur av spennandi framtíðar grannlagi, sum er gjørt klárt til nýtt sethúsaøki á Toftum.
Undir teiginum "Støðulýsing" er faldari við fleiri upplýsingum um sethúsini. Gjørt verður vart við, at talan er um kunningartilfar og ikki um eina støðulýsing.
Framvísingar kunnu bíleggjast á tlf. 21 88 74