Leysafæ

Bátur til sølu

Bátur til sølu

Við hesum verður ein bátur, seksæringur, lýstur til sølu.

Upplýsingar:

Báturin er staðsettur í einum neysti, hevur motor og er smíðaður úr timbri fyri umleið 40 árum síðan og ongantíð flotaður/brúktur. Óvist er í hvørjum standi motorurin er í.

Øll boð eru vælkomin. Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.

Áhugað kunnu venda sær við telduposti til Óla Hansen, adv. á oha@faroelaw.fo ella á tlf. 517316.

Selt verður vegna deyðsbúgv.

Send fyrispurning

Seljari

66 99 00
Magnus Heinasonar gøta 10, 100 Tórshavn
www.faroelaw.fo