Húsasøla

1: Vel øki:     Øll     Norðoyggjar     Eysturoy     Norðurstreymoy     Suðurstreymoy     Vágar     Sandoy     Suðuroy

2: Vel slag:    Øll (6)     Grundøki (2)     Neyst (1)     Sethús (3)    
< Aftur

Sethús á Tvøroyri - nýtt prísuppskot!

Addressa
Sjógøta 135-137
Um ognina
Slag: Sethús
Grundøki: 961 m2
Hæddir: 2
Búvídd: 294 m2
Byggiár: 1982
Prísuppskot

1.300.000


Støðufrágreiðing fyriliggur

Sethúsini Sjógøta 135-137, Tvøroyri, eru til sølu.

Húsini eru bygd í 1982 og eru í tveimum hæddum á 147 m2. Klædningur og tak eru nýliga skift, og nýtt tróður er lagt á. Flestu vindeygu eru nýggj, og oljufýrið er eisini nýtt.

Í niðaru hæddini er góðkent matvøruvirki, sum er sera væl egnað til alla matvøruframleiðslu. Í hæddini eru tvær frystigoymslur, rávørugoymsla og kantina umframt wc og brúsa.

Niðanfyri húsini er stórur hjallur og stór atløgubryggja.

Ognin verður boðin út við áheitan um at geva tilboð sambært nærri ásettum treytum í boðskjali, sum kann heintast her.

Húsaskoðan fyriliggur, sí leinkju niðanfyri. Seljari leggur fram tilboð um ognarskiftistrygging og bindir seg til at rinda helvtina av tryggingarkostnaðinum

Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.

Áhugað kunnu venda sær til Kristinu Samuelsen, advokat, tel.: 511883, teldupost: ks@advokatur.fo.
 

Húsaskoðan, Sjógøta 135-137.pdf  

Seljaraupplýsingar, Sjógøta 135-137.pdf  





Aðrar ognir

Sethús í Vági til sølu
Grundstykki í Trongisvági til sølu
Til sølu


Seljari


Kristina Samuelsen
Gríms Kambansgøta 17 kj.
100 Tórshavn 

51 18 83
www.advokatur.fo
advokatur@advokatur.fo

Lánútroknari






Bankafígging








Mánaðarligt gjald (uml)

Rentustuðul

Netto mðr gjald




Tíðindi

17.06.2019

Mercedes E350
Vegna konkursbúgv, verður ein hvítur Mercedes E350 persónbilur lýstur til sølu. Mercedes bilurin

17.06.2019

Stuttleikaskip White Princess
Vegna konkursbúgv, verður stuttleikaskipið “WHITE PRINCESS” lýstur til sølu.Sambært tí upplýsta, er skipið

14.06.2019

Partur av sethúsaogn í Klaksvík til sølu
Vegna Føroya Skiftirætt verður búsins partur av ognini matr. nr. 849 Klaksvík, Uppsalagøta 42, 700


Um ogn.fo

Ogn.fo er eitt samstarv millum advokatar í Føroyum, um ein felags portal, har advokatar lýsa ognir til sølu.