Húsasøla

1: Vel øki:     Øll     Norðoyggjar     Eysturoy     Norðurstreymoy     Suðurstreymoy     Vágar     Sandoy     Suðuroy

2: Vel slag:    Øll (1)     Sethús (1)    
< Aftur

Sethús á Toftum til sølu

Addressa
Hjallavegur 12
650 Toftir

Matr.nr. 391, Toftir
Um ognina
Slag: Sethús
Grundøki: 470
Hæddir: 3
Búvídd: Uml. 255
Byggiár: 1940-1950
Prísuppskot

1.500.000


Støðufrágreiðing fyriliggur

Vegna deyðsbúgv verður ognin matr.nr. 391, Toftir – Hjallavegur 12, 650 Toftir – við ástandandi sethúsum, hjalli og hoyggjhúsi hervið lýst til sølu.

Talan er um sethús frá 1940’ í trimum hæddum. Húsini eru í trimum pørtum, hvar tann norðari og sunnari parturin eru tvey hús. Síðani er bygt ímillum húsini. Hjallur og hoyggjhús, umframt skúrur er eisini á ognini. Húsini eru uml. 255 m2, ið eru innrættað soleiðis:

Norðari partur:

Durur v/trappu uppá loft, køkur, stova við gongd til millumbygning. Á loftinum eru 2 kømur og eitt baðirúm. Í kjallarahæddini er fýrrúm.

Millumbygningur:

Stova við hurð til báðar partarnar av húsunum og 1 kamar. Loftið er ikki innrættað, og kemur man inn frá loftinum í sunnara parti av húsunum. Í kjallaranum er garasja og lítið rúm.

Sunnari partur:

Durur v/trappu uppá loft, køkur, spískamar, stova, wc v/brúsu. Á loftinum eru 3 kømur, umframt atgongd til ovasta partin av millumbygninginum. Í kjallaranum er vaskirúm.

Sunnanfyri húsini stendur hjallur/hoyggjhús.

Ognirnar verða bodnar út við áheitan um at geva tilboð sambært nærri ásettum treytum í boðskjali, sum fæst við at venda sær til skrivstovu okkara.

Húsaskoðan fyriliggur.

Vegleiðandi prísuppskot kr. 1,5 mió.

Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.

Áhugað kunnu venda sær til:

Petur Even Djurhuus, advokat, ped@lawfirm.fo,

ella Sigrid Midjord, skrivara, tlf. 203054, sm@lawfirm.fo.





Aðrar ognir

Skrivstovubygningur í Havn til sølu ella leigu
Stórt sethús í Trongisvági, við tilhoyrandi trøð uppá 20.596 m 2, til sølu
Sethús í Vági til sølu


Seljari



Advokatfelagið við Strond 4

Yviri við Strond 4
Postboks 359
110 Tórshavn

20 30 40
www.lawfirm.fo
lawfirm@lawfirm.fo


Lánútroknari






Bankafígging








Mánaðarligt gjald (uml)

Rentustuðul

Netto mðr gjald




Tíðindi

26.11.2018

Viðheftisvognur til sølu
Vegna Føroya Skiftirætt verður viðheftisvognur MD244 við hesum lýstur til sølu.Vognurin trongir til ábøtur.Innkomið boð:

26.11.2018

Søla av fiskiskipi
Vegna konkursbúgv, verður fiskiskipið “FLEYR” TG 14, lýst til sølu. Sambært tí upplýsta, er

26.11.2018

Sethús í Vági til sølu
Vegna Føroya Skiftirætt verður sethúsaognin matr. nr. 103, Marknoyravegur 5, 900 Vágur við hesum lýst


Um ogn.fo

Ogn.fo er eitt samstarv millum advokatar í Føroyum, um ein felags portal, har advokatar lýsa ognir til sølu.