Leysafæ

1: Vel øki:     Øll     Norðoyggjar     Eysturoy     Norðurstreymoy     Suðurstreymoy     Vágar     Sandoy     Suðuroy
< Aftur

Søla av fiskiskipi

Vegna konkursbúgv, verður fiskiskipið “FLEYR” TG 14, lýst til sølu.

Sambært tí upplýsta, er skipið bygt í 1967 á skipasmiðjuni N.P. Jensen & Søn í Esbjerg og hevur Mitsubishi motor. Skipið er bygt úr Eik. Skrásett er longd 17,65 m., breidd 5,58 m. og dybd 2,35 m. Brt. 54,31 tons og Nrt 26,50 tons.

Skipið hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 4B,  sbrt. § 74, stk. 1, nr. 4 í lóg um fyristing av sjófeingi. Fleyr hevur rætt til 142,57 fiskidagar í 2018. Skipið hevði royndarloyvi til snurriváð í 2017. Einki royndarloyvi til snurriváð er í 2018.

Skipið liggur við kaj í Vági og verður selt sum tað er og liggur. Skipið kann síggjast eftir nærri avtalu.

Tað stendur konkursbúnum frítt fyri at velja og vraka millum innkomin boð, harundir ikki at selja/avhenda.

Áhugað kunnu venda sær til:

Inga Højgaard, adv. ih@lawfirm.fo ella fartlf. 503064





Lánútroknari






Bankafígging








Mánaðarligt gjald (uml)

Rentustuðul

Netto mðr gjald




Tíðindi

11.02.2019

Bilur til sølu
Vegna Føroya Skiftirætt verður Suzuki Ignis MH persónbilur við hesum lýstur til sølu.Bilurin er skrásettur

06.02.2019

Amboð til sølu
Vegna konkursbúgv verða hesi kiropraktoramboð v.m. lýst til sølu:2 briksir1 tól mrk. Vitaeris 3206

26.11.2018

Søla av fiskiskipi
Vegna konkursbúgv, verður fiskiskipið “FLEYR” TG 14, lýst til sølu. Sambært tí upplýsta, er


Um ogn.fo

Ogn.fo er eitt samstarv millum advokatar í Føroyum, um ein felags portal, har advokatar lýsa ognir til sølu.