Hús í Sandvík

Vegna
ein veðhavara, sum hevur yvirtikið ognina, matr. nr. 457, Hvalba, eini sethús,
sum liggja í Sandvík, selja vit hesa ognina.



Grundøkið
er 598 m
2 við ástandandi sethúsum. Sethúsini standa Uttan Kirkju 2 í
Sandvík í trimum hæddum og tilhoyrandi bilhúsi. Húsini eru upprunaliga bygd í
1930 og hava fingið ábøtur í 2011. Ábøturnar í 2011 fevna um útskifting av
vindeygum, úthurð og húsini eru klædd við trýstinprigneraðum brettum og bjálvað
innanundir. Vindeyguni mangla tilsetningar innanfyri. Ketilin er frá 2005.



Gjørt
verður vart við, at fýrur er staðfestur í bjálkalagnum í kjallara. Tað er ikki
komandi upp á ovasta loft fyri at kanna sperrur, og tí kann einki sigast um
standin av sperrum, og um møguligan fýr her.



Innrætting:



Miðhædd:
Tvær stovur, køkur, baðirúm, gangur, trappuhol, í alt gott 40 m2.



Loft:
Tvey kømur í alt uml. 28m
2.



Kjallari:
Kjallararúm.



Seljarin
hevur ikki latið gjørt húsaskoðan, og tí verður heldur ikki bjóðað
ognarskiftistrygging.



Neyvari
upplýsingar fáast við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, tlf.
35 33 35 ella teldupost
ojk@jura.fo, ella skrivaran, Margit Svabo Jørgensen, teldupost msj@jura.fo.